Her hava vit virðing fyri øðrum og okkum sjálvum. Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla. Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi. Í okkara skúla skulu øll hava møguleika at læra. Málið er læring, menning, trygd og trivni. Áhugi elvir til læring.
Fyrsti skúlin í Sørvági varð liðugt bygdur í 1887. Hann stendur heimanfyri ánna og verður millum manna nevndur Gamli skúli. Hann verður ikki nýttur til skúla longur.